top of page
  • Writer's pictureArgja Bóltfelag

ÍSLENDSKUR STYRKUR TIL AB


Í dag er sáttmáli skrivaður við 24 ára gamli íslendingin, Viktor Helgi Benediktsson. Viktor kom til landið í farnu viku og spældi við í venjingardystinum ímóti B36 í vikuskiftinum. Har vísti hann seg somikið væl fram, at AB hevur valt at binda Viktor til felagið fyri kappingarárið 2023.


Íslendingurin, sum kann spæla bæði í miðverjuni og á mitt á miðuni, hevur royndir á íslendskum ungdómslandsliðum, har hann hevur spælt ávikavist 9 dystir við U17-landsliðnum og 7 dystir á U19-landsliðnum.


Eisini hevur hann sjálvsagt royndir úr heimliga, íslendska fótbóltinum. Viktor er uppvaksin í FH Hafnarfjørði, har hann á ungum árum snoddaði til besta liðið, meðan føroysku landsliðsleikararnir, Sonni Ragnar Nattestad og Gunnar Nielsen, spældu við felagnum. Eisini hevur hann umboðað íslendska ÍA Akranes og Stord IL í Noregi, men síðani á sumri 2019 hevur íslendingurin spælt fótbólt við Villanova Wildcats í USA samstundis sum, at hann hevur nomið sær útbúgving.


AB fegnast um at hava fingið ein spælara við nógvum royndum til felagið. Arbeitt verður í løtuni við at fáa neyðugu loyvini hjá Viktor upp á pláss, so hann kann spæla við í fyrsta umfari ímóti EB/Streymi sunnudagin á Eiði.


Velkominn, Viktor! 🇮🇸

551 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page