Horst Wein fótbóltstevna 27. Juni kl. 09.30
- dahl17
- 1 day ago
- 2 min read

Hvat er Horst Wein? Horst Wein er eitt øðrvísi fótbóltsspæl, har spælt verður uppá fýra mál á einum lítlum vølli. Hetta er ein læruríkur máti hjá børnum at menna síni fótbóltsevnir á ein kreativan og spennandi hátt. Spæligleðin er í hásæti, og børnini fáa góðan møguleika at vísa og menna síni fótbóltskynstur.
Hevur tú nakrantíð undrast yvir, hvussu FC København mennir fótbóltsleikarar? Svarið er í stóran mun at finna í Horst Wein háttalagnum, sum snýr seg um at menna fótbóltsleikarar gjøgnum refleksiva læring. Á hendan hátt taka leikararnir ábyrgd fyri egnari menning, heldur enn at venjarin fortelur teimum hvat teir skulu hugsa og gera.
Horst Wein fótbóltstevna er ikki ein kapping í so máta. Tað verða ongar medaljur og einki steyp. Bara fótbóltur og stuttleiki. Kostnaðurin er 400 kr. fyri liðið.
Fyri meira upplýsing um hvussu spælt verður, sí video DBU: https://www.dbukoebenhavn.dk/.../boernefodbold/horst-wein/
Tilmelding: Børnini tilmelda seg í árgangum sum víst niðanfyri, soleiðis at vit tryggja sama støði fyri hvønn árgang.
Dreingir: U7 (2019), U8 (2018), U9 (2017), U10 (2016), U11 (2015). Hjá U10 og U11 ber til at melda til A og B bólk.
Gentur:
U7 (2019), U8 (2018), U9 (2017), U11 (2015-2016). Hjá U11 ber til at melda til A og B bólk.
Karmar fyri "Horst Wein" stevnuna:
Liðini spæla 3 móti 3 frá U7 til U9, og tað kunnu vera í mesta lagi 5 leikarar á hvørjum liði.
Frá U10 til U11 spæla liðini 4 móti 4, og tað kunnu vera í mesta lagi 5 leikarar á hvørjum liði.
Vøllurin er næstan líka breiður, sum hann er langur. Á hvørjari baklinju eru tvey smá mál. Hetta merkir, at tykkara lið skal verja tvey mál, men hevur eisini tvey mál at skora í.
Vøllurin:
U7 - U9: 15m breiður (6 m millum málini) og 25m langur. Uttan skoringsøki.
U10 - U11: 30m breiður (12 m millum málini) og 40m langur. Við skoringsøki.
Tað verður spælt eftir einklu prinsippunum fyri Horst Wein.
Tilmelding:
Tit gera eitt lið við í mesta lagi 5 leikarum og finna eitt liðnavn.
Kostnaður fyri hvørt lið er 400kr. Seinasta freist tann 26. Juni.
Trýst á leinkjuna her fyri at melda lið til:



Comments