Liðformaðurin heldur fram
- Argja Bóltfelag
- Mar 31, 2022
- 1 min read
Updated: Oct 21, 2022
Enn eitt sáttmálaundirskrift er komin upp á pláss inni í Vika. Hesa ferð er tað okkara 24 ára gamli liðformaður á høgra bakki, Jákup Pauli Breckmann, ið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi til kappingarársenda í 2024

Jákup Pauli Breckmann er av Argjum og uppvaksin í AB, men hevur eisini verið í útlegd í HB í nøkrum av ungdómsárum sínum. Í 2018 kom hann tó aftur til AB, og síðani hevur hann spælt 85 dystir á besta mansliðnum.
Hóast sín unga aldur telist hittinorðaði og stríðshugaði bakkurin millum royndu leikararnar í okkara unga hópi. Undan kappingarársbyrjan fekk hann liðskiparaábyrgdina, og hendan leiklutin hevur Jákup Pauli røkt heilt væl í hendingarríka kappingarárinum 2022.
Vit fegnast um, at ein av okkara egnu kemur við okkum inn í framtíðina.
Commenti