top of page
  • Instagram
  • YouTube
  • Facebook

TRÍGGIR LEIKARAR TAKKA FYRI SEG

  • Writer: Argja Bóltfelag
    Argja Bóltfelag
  • Nov 6, 2022
  • 1 min read

Tríggir av teimum, ið hava spælt við AB í ár, spæla ikki við felagnum í komandi kappingarári.



Talan er um amerikanska Erik McCue, finska Jonas Sapienza og ukrainska Yevhenii Kholmetskyi.


Sáttmálin hjá Erik McCue gekk út við kappingarársenda. Erik hevði sjálvur eitt ynski um at sleppa aftur til USA, og tí verður sáttmálin ikki longdur.


Bæði Jonas Sapienza og Yevhenii Kholmetskyi høvdu sáttmála fyri komandi kappingarár, men í sátt og semju við leikararnar eru teirra sáttmálar upploystir.


Erik McCue kom til AB undan kappingarársbyrjan og hevur spælt 25 dystir og skorað eitt mál hetta kappingarárið.


Jonas Sapienza og Yevhenil Kholmetskyi komu til felagið í summar og spældu ávikavist níggju og fýra dystir á besta mansliðnum.


AB takkar leikarunum fyri tíðina í felagnum og ynskir teimum alt tað besta framyvir.

Comments


bottom of page