RÓGVI ER VIÐ Í 2023
- Argja Bóltfelag
- Nov 6, 2022
- 1 min read

Tann 22 ára gamli argjamaðurin, Rógvi Skála, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við AB, sum bindur hann til felagið í kappingarárinum 2023.
Rógvi er ein knáur miðvallari og hevur verið í hópinum í nøkur ár nú, har hann hevur spælt 21 dystir á besta mansliðnum. Í ár byrjaði hann inni í tveimum Betrideildardystum, men eisini hevur hann spælt fleiri dystir við næstbesta liðnum, har hann gjørdist deildur toppskjútti í 2022 við sjey málum.
Vit fegnast um undirskriftina og ynskja Rógva bestu eydnu í kappingarárinum 2023
Comments