top of page
  • Writer's pictureArgja Bóltfelag

Nýggj andlit í nevndini



Í gjárkvøldi hevði AB árliga aðalfundin, har millum annað nýggj fólk blivu vald í nevnd.


Heilt fitt av fólki, eini 50 í tali, møttu í gjárkvøldi upp til aðalfund hjá Argja Bóltfelagi. Fundurin byrjaði við formansfrágreiðing um kappingarárið 2022 frá formanni felagsins, Mariusi Thomassen.


Kappingarárið 2022 gjørdist eitt baldrut og hendingarríkt kappingarár, har ítróttarliga málið um at yvirliva í Betrideildini bleiv rokkið. Formaðurin vísti eisini, at ítróttarliga grundarlagið í felagnum er sterkt við liði í Betrideildini, nýggjum og royndum høvuðsungdómsvenjara, og harafturat fer felagið aftur at hava U17-lið (fyri fyrstu ferð síðani 2019) við væl útbúnum venjara.


Tað svitast tó ikki, at fíggjarliga gjørdist kappingarárið 2022 eitt dýrt kappingarár. Roknskapurin vísti eitt hall upp á 992.000 krónur, og hetta hallið kemur fyrst og fremst orsakað av fyrru kappingarhálvu í fjør, tá felagið byrjaði upp á nýggjan leist við fleiri útlendskum leikarum.


Í summar kom fíggjarstøðan tó í tryggari legu, har útreiðslurnar minkaðu munandi, og felagið ætlar at seta føtur í spenni fyri at fáa avlop í komandi roknskapi.


Nevndin í Argja Bóltfelagi telur fimm starvslimir og tveir tiltakslimir. Tveir limir í nevndini, Jens Petur Andreasen og Remi Olsen, stóðu fyri vali, og teir báðir valdu ikki at stilla upp aftur hesa ferð. Jens Petur Andreasen og Remi Olsen hava verið í nevndini í ávikavist trý og tvey ár, og felagið vil takka teimum fyri stóra íkastið, sum teir eru komnir við. Bæði Jens Petur og Remi verða tó framvegis virknir í felagnum á annan hátt, og tað gleðast vit um.


Harafturat hevur Hildigerð Johannesen verið kassameistari síðsta árið, og eisini hon takkar fyri seg í nevndini á hesum sinni. AB takkar henni fyri arbeiðið, sum hon hevur gjørt fyri felagið.


Nevndin innstillaði Patur Sivertsen Vase og Gunleif Trondesen Hentze sum nýggjar nevndarlimir, og teir blivu báðir valdir inn.


Nýggir tiltakslimir skuldu eisini veljast, og har blivu tær báðar, Sanna Hansdóttir Niclasen og Sóley Martinsdóttir við Garð, skotnar upp og valdar inn.


Hetta merkir, at nýggja nevndin telur fýra kvinnur og tríggjar menn. Eftir aðalfundin skipaði nývalda nevndin seg soleiðis:


Formaður: Marius Thomassen

Næstforkvinna: Durita Sloan Dal-Christiansen

Skrivari: Sunneva M. Jensen

Kassameistari: Patur Sivertsen Vase

Nevndarlimur: Gunleif Trondesen Hentze

Tiltakslimur: Sanna Hansdóttir Niclasen

Tiltakslimur: Sóley Martinsdóttir við Garð.


Vit ynskja nýggju nevndini blíðan byr og gleða okkum til kappingarárið 2023, sum byrjar í næstum!

1,182 views0 comments

Recent Posts

See All

Lutaseðlarnir drignir

Lutaseðlarnir á páskatombola hjá AB skírisdag eru drignir, og hesi eru vinnaranumrini: 1. Perlandi gisting fyri 2 Hotel Brandan - bláur 625 2. Magn 2500kr - ljósareyður 254 3. Effo 1000kr - ljósareyðu

bottom of page