⚽️: 1. deild menn: AB 🆚 HB
⏰: Leygardagin 9. mars kl 14:00
🏟️: Skansi Arena, inni í Vika á Argjum

Eftir ein drúgvan og kaldan vetrarsteðg rullar bólturin aftur inni í Vika. Í ár spælir okkara næstbesta manslið í 1. deild, og hetta merkir, at vit í høvuðsheitum skulu venja okkum við at spæla leygardagsfótbólt – men vónandi ikki alt ov leingi.
Sum vit eru von við, so eru fleiri broytingar í hópinum eftir einari niðurflyting. Fitt av leikarum eru farnir aðrar leiðir, men maður kemur í mans stað, og tað eru eisini komnir fleiri nýggir spælarar til felagið. Tóki Næss Rasmussen og Rasmus Dan Sørensen eru komnir frá FC Hoyvík, Elias el Moustage frá EB/Streymi, Ari Krosslá Poulsen úr FC Suðuroy kunnu nevnast úr rúgvuni. Síðani hava vit eisini AB-legenduna, Sørin Samuelsen, ið hevur funnið gaggurnar fram aftur.
Og kanska mest spennandi leikarin av øllum teimum nýggju er bretski vongurin, Marley Blair. Vit væntaðu ikki, at hann fór at náa 1. umfar vegna vantandi arbeiðsloyvi, men so seint í dag komu endaligu loyvini til landið. AB hevur sent neyðugu skjølini rættstundis til FSF í dag, so vit vænta avgjørt, at Marley sleppur at spæla í morgin - men vit selja ikki skinnið, áðrenn bjørnin er skotin.

(Tveir av nýggju leikarunum hjá AB, Elias el Moustage og Marley Blair.)
Mótstøðuliðið í morgin er næstbesta liðið hjá HB, sum í fjør endaði nummar 8 í deildini. Vit vita ikki reiðiliga, hvat vit skulu vænta av mótstøðuliðinum, men vit vita av royndum, at í 1. deild kunnu vit ikki loyva okkum at undirmeta nakran. Hvør dystur livir sítt egna lív, og 1. Deild hevur síðstu árini víst seg sum eina deild, har øll kunnu taka stig frá øllum.
Tá tað er sagt, so eru trý stig eitt krav í morgin. Treytaleysa málið í ár er at flyta upp, og ein góð byrjan skapar góðan gróðrarbotn fyri at náa málinum. Á Skansi Arena inni í Vika er tað vit, ið skulu ráða.
Hóast tað sjálvsagt ikki er líka spennandi at spæla í 1. deild sum í Betrideildini, so vóna og ynskja vit okkum góðan stuðul frá okkara viðhaldsfólkum.
Vit síggjast til dyst í morgin!
KOM SO, AB!!! 🩵❤️
Comments