top of page
  • Instagram
  • YouTube
  • Facebook

Santiago tekur eitt ár afturat

  • Writer: Argja Bóltfelag
    Argja Bóltfelag
  • Mar 31, 2022
  • 1 min read

Updated: Oct 21, 2022

Ein av profilunum í seinnu kappingarhálvu, argentinski Santiago Lebus, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við AB. Nýggi sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2023.


Eins og nógvir aðrir útlendskir leikarar, so kom Santiago Lebus til royndarvenjing hjá AB í januar. Avrátt varð tá at útleiga Santiago og annan argentinara til ÍF í fyrru kappingarhálvu. Hjá ÍF royndist 26 ára gamli miðvallarin væl.



Í summar var upp á tal at lata Santiago fara víðari, men í evstu løtu bleiv avgerð tikin um, at hann ístaðin skuldi fáa sín kjans hjá AB og hjálpa okkum í strembanini eftir at varðveita sætið í deildini.


Hetta gjørdist ein avgerð, sum vit eru ómetaliga fegin um.

Av 990 møguligum minuttum hevur Santiago Lebus verið á vøllinum í 968 av teimum. Hann er byrjaður inni hvørja ferð, og hevur víst seg at vera ein sera virðismikil, raskur, álítandi og tekniskt góður miðvallari, sum altíð fer inn á vøllin við einum framúr góðum hugburði, ið smittar av upp á aðrar.


Santiago Lebus eigur sín avgjørda leiklut í, at AB eisini spælir í Betrideildini í 2023, og vit gleðast um, at hann eisini er okkara í komandi kappingarári.

We are very happy that you're staying with us next year, Santi

Simply create a new post now.

 
 
 

Recent Posts

See All
Farnir dystir 2025

Mánadagin 17. mars Kl. 20.30 Dr. U21 FC Hoyvík - AB í Hoyvík Leygardagin 22. mars Kl. 13.00 Dr. U15 07 Vestur - AB í sørvági Kl. 11.00...

 
 
 

Коментарі


bottom of page