AB hevur hendan veturin arbeitt við at finna nýggjan venjara til 1. deildarliðið hjá kvinnum, og hetta er nú eydnast. Nýggi venjarin er 32 ára gamli Luís Freitas Jr., sum er 32 ára gamal og úr Portugal.
Umframt at vera venjari hjá kvinnunum, skal Luís eisini venja Gentur 16. Og afturat øllum hesum, so fer Luís eisini at spæla við 1. deild monnum. Luís er ein álopssinnaður leikari, ið kann spæla bæði sum vongur og áleypari.
Luís hevur B-venjaraprógv, og eisini hevur hann eisini eina masters-útbúgving í humanfysiologi.
Sum leikari hevur Luís ferðast víða, og síðstu árini hevur hann m.a. spælt í Íslandi, Finnlandi og Luxembourg.
Um onkur genta ella kvinna eru áhugaðar í at koma og spæla fótbólt, so eru venjingartíðirnar hesar:
Venjingartíðirnar hjá Gentum U16:
Mánadag: Kl 16:30
Týsdag: Kl 16:00
Fríggjadag: Kl 16:00
Venjingartíðirnar hjá 1. deild kvinnum:
Týsdag: Kl 19:45
Hósdag: Kl 19:45
Welcome to the club, Luís! 🇵🇹🇫🇴⚽️
Comments