top of page
  • Instagram
  • YouTube
  • Facebook

Kom við til Horst Wein fótbóltskapping

  • dahl17
  • 3 days ago
  • 1 min read

Updated: 2 days ago


Kom við til Horst Wein fótbóltskapping á Argjum (1. og 2. august).


Horst Wein er ein øðrvísi fótbóltskapping, har spælt verður upp á fýra mál á einum lítlum vølli. Hetta er ein læruríkur máti hjá børnum at menna síni fótbóltsevnir á ein kreativan og spennandi hátt. Spæligleðin er í hásæti, og børnini fáa góðan møguleika at vísa og menna síni fótbóltskynstur.


Fríggjadagin 1. august

Dreingir U7, U8, U9 og U11.

Hjá U9 og U11 ber til at melda til A og B bólk.


Leygardagin 2. august

Gentur U7, U9 og U11.

Hjá U11 ber til at melda til A ella B bólk.


Øll liðini spæla 3v3, og tað kunnu vera í mesta lagi 4 leikarar á hvørjum liði.


Vit bjóða vatn og frukt til børnini, og kaffi til foreldur.


Tilmelding: Send teldupost til ab@ab.fo í seinasta lagi 28/7, minst til liðnavn.


Kostnaður fyri hvørt lið er 300kr. Luttøkugjaldið skal flytast á konto 6460-181.840.8, viðmerk árgang og liðnavn.

Comments


bottom of page