top of page
  • dahl17

Horst Wein Fótbóltsstevna á Argjum



Slóðbrótandi Fótbóltsstevna eftir FCK uppskrift verður á Argjum 26. Apríl.


Hevur tú nakrantíð undrast yvir, hvussu FCK mennir fótbóltsleikarar? Svarið er í stóran mun at finna í Horst Wein háttalagnum, sum snýr seg um at menna fótbóltsleikarar gjøgnum refleksiva læring. Á hendan hátt taka leikararnir ábyrgd fyri egnari menning, heldur enn at venjarin fortelur teimum hvat teir skulu hugsa og gera.


Til Horst Wein stevnur verður dystast á ein øðrvísi hátt enn til vanligar dystir. Vit kunnu lova ein stuttligan og læruríkan fótbóltsdag, har hvørt lið spælir í minsta lagi 4 dystir. Ljóðar hetta áhugavert? Fá so fatur á tínum liðfeløgum og melda til á ab@ab.fo í seinasta lagi týsdagin 24. apríl.


Tað verða ongar medaljur og einki steyp. Bara fótbóltur og stuttleiki. Kostnaðurin er 50 kr. pr. leikara.


Fyri meira upplýsing um hvussu spælt verður, sí video DBU: https://www.dbufyn.dk/.../horst-wein-staevner-4.../


Karmar fyri "Horst Wein" stevnuna:

Spælt verður á bana við 3. leikarum á hvørjum liði. Hvørt lið kann hava 3 eykaleikarar. Tó spæla U9 og eldri við 4 leikarum í senn og kunnu hava 2 eykaleikarar. Tað er frí inn/útskifting. Vit spæla uttan málverja.

Vøllurin er næstan líka breiður, sum hann er langur. Á hvørjari baklinju eru tvey smá mál. Hetta merkir, at tykkara lið skal verja tvey mál, men hevur eisini tvey mál at skora í.

Vøllurin:

- U7 og U8: 20m breiður (12m millum málini) og 25m langur.

- U9, U10 og U11: 25m breiður (12m millum málini) og 30m langur.

Dystir:

- U7 og U8 spæla við 3 leikarum inni í senn. Dystirnir eru 12 min. hvør – Pláss er fyri í mesta lagi 20 liðum.

- U9, U10 og U11 spæla við 4 leikarum inni í senn. Dystirnir eru 15 min hvør – Pláss er fyri í mesta lagi 15 liðum.

o U9, U10 og U11 kunnu melda til ein A bólk ella ein B bólk, alt eftir hvat støðið leikararnir eru.

- Liðið, sum stendur sum heimalið leiðir dystin.


Tilmelding:


Tit gera eitt lið við í mesta lagi 6 leikarum og finna eitt liðnavn. Síðani senda tit teldupost til ab@ab.fo við evninum ‘Tilmelding til Horst Wein’. Viðmerk árgang og navn á liði, umframt navn og telefonnummar hjá kontaktpersóni.


Rinda við at flyta 50 kr. fyri hvønn leikara innan tann 22. apríl. Kontan er 6460-181.840.8. Viðmerk árgang og liðnavn. Eftir hetta er tilmeldingin bindandi, og peningurin verður ikki afturgoldin.

44 views0 comments

Recent Posts

See All

Lutaseðlarnir drignir

Lutaseðlarnir á páskatombola hjá AB skírisdag eru drignir, og hesi eru vinnaranumrini: 1. Perlandi gisting fyri 2 Hotel Brandan - bláur 625 2. Magn 2500kr - ljósareyður 254 3. Effo 1000kr - ljósareyðu

bottom of page