Heilsufótbóltur hjá AB fyllir 10 ár: „Ein felagsskapur, sum er gullverdur“
- dahl17
- 7 days ago
- 2 min read
Updated: 6 days ago

Tað byrjaði við einum práti í Gundadali – og tíggju ár seinni stendur felagsskapurin sterkari enn nakrantíð. Heilsufótbóltskvinnurnar hjá AB hava skapt eitt serligt stað, har gleði, fótbóltur og samvera ganga hond í hond. Vit hava fingið orð á Sólrun Gleðisheygg, Bjørg Danielsen og Johild Dulavík.
Ein dagin í 2015 vóru nakrar kvinnur og hugdu at einum dysti hjá AB. Lagið var gott, og tosið fall á eina áheitan, sum Fótbóltssamband Føroya hevði sent út: feløgini skuldu seta í gongd heilsufótbólt. Sólrun tók stigið. „Eg spurdi tær, sum stóðu hjá mær mær, um vit ikki skuldu royna hetta. Allar vóru við. Sama kvøld stovnaði eg ein Facebook-bólk, og longu týskvøldið høvdu vit kunnandi fund í AB-húsinum.“
Uppmøtingin var stór – og somu viku varð fyrsta venjing sett á skrá. Í byrjanini vóru 80 kvinnur við, og fleiri av teimum eru framvegis virknar.
„Treytin er, at tú ikki dugir at spæla fótbólt“
Felagsskapurin gjørdist skjótt tað sterkasta kortið. Johild, sum kom við nakað seinni, sigur: „heilsufótbólturin hevur styrkt meg fysiskt, psykist og ikki minst sosialt. Ein felagsskapur sum er gull verdur – har rúm er fyri øllum».
Bjørg greiðir frá: „Tað góða við at vera partur av einum liði er, at tú kennir eina ábyrgd – tú hevur meldað teg til, og tá møtir tú upp. Vit plaga í skemti at siga, at treytin fyri at spæla við okkum er, at tú ikki dugir at spæla fótbólt!“
Men hóast nógv verður flent, so er tað ikki bara skemt. „Vit geva okkum 100% til hvørja venjing. Vit vilja vinna – hóast vit ikki kappast formelt,“ sigur Bjørg. Liðið telur kvinnur frá 40 til 72 ár, og tær venja tríggjar ferðir um vikuna.
Morgunmatur, gongutúrar – og so hin venjingarlegan í Florida
„Vit hava verið í USA og Íslandi, havt túrar, veitslur og nógv samanhald. Ein venjari í Florida royndi at læra okkum grundleggjandi teknikk, men gav síðani upp og segði, at vit skuldu bara halda áfram og hava tað stuttligt“ flenna tær.
„Einaferð komu menn frá FIFA og hugdu – í kava. Teir spurdu, hví vit ikki leigaðu eina høll, men vit vildu bara vera úti í frískari luft.“
Sólrun sigur, at tað koma javnan nýggjar kvinnur við. „Tær halda ikki altíð líka leingi út sum stamman, men vit taka væl ímóti teimum, og tær eru vælkomnar at royna seg, um tað er nakað fyri tær. Vit hava eisini morgunmat leygarmorgnar eftir venjing, og onkuntíð túrar til t.d. Nólsoyar ella niðan á Kongavarða.“
At sleppa at vera á einum liði – eisini sum vaksin
Ein dýrgripur í orðum:„Tá børnini gerast størri, og ein aftur fær betri stundir til sín sjálvs, er heilsufótbóltur ein góður felagsskapur at gerast partur av,“ sigur Bjørg.„At vera partur av einum liði er nakað, sum ein ofta roynir sum barn og ungur – men at sleppa at vera partur av einum liði, tá ein er eldri, tað eru vit allar takksamar fyri. Vit kunnu í øllum førum staðfesta eitt: Tíðin flýgur, og tað er stuttligt at spæla fótbólt. Hetta er ein framúr máti at fáa rørslu inn í gerandisdagin á ein lættan og stuttligan hátt.“
Heilsukvinnurnar venja týskvøld og hóskvøld kl. 21 og leygarmorgun kl. 9. Allar kvinnur eru vælkomnar við. 😊
Hjartaliga til lukku við 10 ára degnum!
Comments