top of page
  • Writer's pictureArgja Bóltfelag

GREIDDU SETNINGIN Í EVSTU LØTU


🏆: Kappingin um Løgmanssteypið: AB 🆚 FC Suðuroy 1⃣-0️⃣


Tað skuldi taka væl longri tíð, enn vit ætlaðu okkum, men í sjálvari yvirtíðini tryggjaði Brian Jakobsen við sínum fyrsta máli fyri AB víðari luttøku í steypakappingini.


Talan var um ein dyst, sum bleiv spældur í ringum líkindum, tí nógvur vindur darvaði dystin. Vit høvdu undanvindin í fyrra hálvleiki, men hóast onkran stóran møguleika og eitt hornaspark á yvirleggjaran eydnaðist tað okkum ikki at fáa hol á í fyrra hálvleiki. Gestirnir vóru væl skipaðir, og suðuroyingum so líkt kempaðu teir sera væl.


Hóast nógvan mótvind í seinna hálvleiki, so góvu vit ongar møguleikar burtur til mótstøðuliðið úr 2. deild. Hinvegin eydnaðist tað ikki at skapa eina ørgrynnu av málmøguleikum í hinum endanum, men Brian Jakobsen var nær við fleiri ferðir. Tíðliga í seinna hálvleiki verður hann spældur leysur, men málverjin hjá FC Suðuroy bjargar væl. Umleið 10 minuttir fyri dystarlok er hann fyrstur á frálíkum innleggi úr vinstru, men skallar bóltin beint við síðuna av.


Í sjálvari yvirtíðini brestur loksins fyri nev. Verjuleikari hjá FC Suðuroy er óheppin at skalla bóltin á egna hond, og so er dómarin noyddur at døma brotsspark. Brian Jakobsen verður settur at skjóta, og hann setur bóltin trygt í netið høgru megin, hóast málverjin tveitir seg rætta vegin.


Harvið eydnaðist okkum loksins at fáa hol á málskjótingina, og hetta var samstundis fyrsta málið hjá Briani Jakobsen í AB-blusuni.


Vit kunnu ikki erpa okkum av nøkrum sannførandi sigri ímóti einum liði úr lægri deild, men í støðuni, sum okkara menn komu í, megnaðu teir framvegis at halda høvdið kalt og blíva við at trýsta, og hetta gav úrslit í yvirtíðini.


Nú skulu vit vera jalig, gleðast um sigurin og nýta hann sum eina lopfjøl til tann komandi heimadystin í Betrideildini, sum verður sera týdningarmikil. Hann verður spældur mikudagin kl 17, tá ið 07 Vestur kemur á vitjan.


Harafturat gongur heldur ikki long tíð eftir mikudagin, inntil vit aftur skulu taka ímóti vágamonnum. Lutakastið til fjórðingsfinaluna í steypakappingini, sum var í gjárkvøldi, háttaði seg nevniliga soleiðis, at týsdagin 9. mai spæla vit aftur inni í Vika ímóti 07 Vestur.


Dómaraseðilin frá dystinum ímóti FC Suðuroy sæst her: https://www.faroesoccer.com/match.php?matchID=23026&pid=52

166 views0 comments

Recent Posts

See All

Lutaseðlarnir drignir

Lutaseðlarnir á páskatombola hjá AB skírisdag eru drignir, og hesi eru vinnaranumrini: 1. Perlandi gisting fyri 2 Hotel Brandan - bláur 625 2. Magn 2500kr - ljósareyður 254 3. Effo 1000kr - ljósareyðu

bottom of page