top of page
  • Writer's pictureArgja Bóltfelag

FLOTT MÁL OG TRÝ GÓÐ STIG


Eftir tapið ímóti FC Suðuroy komu okkara menn aftur á slóðina síðsta vikuskifti við einum hart vunnum sigri ímóti TB í Trongisvági. Eftir báðar suðuroyartúrarnar var okkara uppgáva í gjár at taka enn eitt sigursfet, tá ið næstbesta liðið hjá KÍ kom á vitjan.


Liðið var mannað við Róa í mál, og verjan úr høgru var Hjalti, Dánjal, Beinir og Tóki. Elias og Jón vóru mitt á miðuni við Rógva beint framman fyri teir. Filip og Marley byrjaðu í hvør sínum borði, og Bartal var fremsti maður.


KÍ hevur vindin undan í fyrra hálvleiki, og tað er í veruleikanum klaksvíkingar, sum byrja betur. Tað eydnast teimum at leggja eitt lítið trýst á við nøkrum hornaspørkum, men heilt vandamikið verður tað ongantíð. Ístaðin sláa okkara menn til, tá eitt lítið korter er farið.


Frálíkt álopsspæl í vinstru endar við, at verjan hjá KÍ verður spæld tunn, og so kann Marley leggja bóltin yvir um til ein púra blankan Filip, sum úr 10 metrum er ósvikaliga tryggur og leggur bóltin í málið til 1-0.


Tá 26 minuttir eru farnir fáa vit aftur eina orsøk at gleðast. Filip fær bóltin í høgru og við frálíkari sending spælir hann Bartal leysan, sum einsamallur við málmanninum sparkar bóltin í nærmasta horn til 2-0 til AB.


Restina av hálvleikinum hendir ikki so øgiliga nógv fyriuttan eina sera keðiliga hending, tá einir 10 minuttir eru til hálvleiks. Tá verður okkara nýggi miðvallari, sum er komin úr HB, Jón Steingrímsson, raktur av einari sera ljótari, ófantaligari og vandamiklari takkling frá einum KÍ-leikara. Dómarin stendur beint við við og gevur sum vera man reytt kort til KÍ-spælaran fyri takklingina. Jón fær ein stóran snudd á skinnabeinið av løstinum og má skiftast út beinanvegin. Vit vóna, at skaðin ikki er álvarsamur, og at Jón er klárur aftur til dyst komandi vikuskifti.


Í seinna hálvleiki spæla vit 11 ímóti 10, men vit fáa ikki spælið at koyra fyrsta korterið, og so gera vit sjálvir dystin heilt óneyðuga spennandi, tá ið ein miseydnað afturlegging til okkara málverja verður fangað av einum KÍ-leikari, ið setur bóltin í málið. 2-1.


Eftir hetta byrja menn tó at taka dystin í álvara aftur, og tá eitt korter er eftir fellur avgerðin. Gott spæl í høgru endar við, at innskifti Jóan Pauli Tórsson leggur bóltin innfyri, har Marley fær skot á, sum rakar yvirleggjaran. Marley er tó fyrsti maður á returbóltinum og setur hendan í netið til 3-1.


Eftir hetta málið sita vit fullkomiliga á dystinum, og fimm minuttir fyri tíð skorar ein argjamaður sítt fyrsta mál á besta mansliðnum. Marley trekkir inn úr vinstru og spælir innskifta Martin í Stórustovu leysan, ið einsamallur við málmanninum prikar bóltin ímillum beinini á honum til 4-1, ið gerst endaliga úrslitið. Vit ynskja somuleiðis Martini, sum í ár er fluttur frá næstbesta liðnum upp á besta mansliðið, til lukku við fyrsta málinum.



(Martin í Stórustovu (mynd) skoraði í gjár sítt fyrsta mál á besta liðnum)


Úrslitið merkir, at vit nú hava 9 stig av 12 møguligum. Tá ið vit hava í huga, at vit longu hava spælt tveir truplar útidystir í Suðuroy, so er hetta avgjørt góðkent. Í skrivandi løtu eru vit oddalið í deildini, inntil hini hava spælt, men tað leggja vit ikki so stóran dent á beint nú. Vit skulu bert hugsa um okkum sjálvar og okkara egnu avrik, tí blíva tey við at verða nóg góð, so skulu vit nokk koma hartil á stigatalvuni, sum vit ynskja at verða.


Hugaligt hevur verið at sæð, at nógv fólk møta upp til heimadystir, hóast vit í ár spæla í næstbestu deildini. Enn eitt høvi at stuðla okkara monnum kemur komandi leygardag, tá ið Víkingur kemur á vitjan inni í Vika.


Vit ynskja okkara monnum hjartaliga til lukku við sigrinum!



334 views0 comments

Recent Posts

See All

Lutaseðlarnir drignir

Lutaseðlarnir á páskatombola hjá AB skírisdag eru drignir, og hesi eru vinnaranumrini: 1. Perlandi gisting fyri 2 Hotel Brandan - bláur 625 2. Magn 2500kr - ljósareyður 254 3. Effo 1000kr - ljósareyðu

bottom of page