top of page
  • Writer's pictureArgja Bóltfelag

Eitt gott vinstrabein legst afturat hópinum


Betrideildarhópurin 2023 nærkast sínum endaliga skapi. Í dag kunnu vit kunngera, at nýggjur, lámur vongleikari hevur skrivað sáttmála við AB. Nýggi vinstri vongurin eitur Jacob Gottberg og er úr Finnlandi.


Við frágongdini í vetur og skaðastøðuni hjá Mariusi Kryger Lindh í huga hevur tað verið eitt ynski hjá venjara okkara, Henrik Larsen, at fáa ein nýggjan vongspælara til hópin, og hesin styrkurin er nú funnin í Jacobi Gottberg.


Jacob, ið er 20 ára gamal, var fyri fyrstu ferð at síggja í AB-blusuni í dag í venjingardysti ímóti B71, sum AB vann 2-1. Til tíðir vísti Jacob glottar við sínum kvikleika og góða vinstra beini. Talan er um ein spælara, sum avgjørt ikki er bangin fyri at bjóða av.


Sáttmálin millum partarnar er galdandi fyri kappingarárið 2023.


Vælkomin til AB, Jacob! 🇫🇮

744 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page