top of page
  • Instagram
  • YouTube
  • Facebook

DÁNJAL SKAL TIL EM-UNDANKAPPING

  • Writer: Argja Bóltfelag
    Argja Bóltfelag
  • Nov 6, 2022
  • 1 min read

ree

Sigfríður Clementsen, U19-landsliðsvenjari, hevur úttikið 20 leikarar til EM-undankapping í Kroatia, sum verður spæld í næstum. Dánjal Danielsen hjá AB er millum teir úttiknu.


Dánjal, sum er 18 ár og spælir í miðverjuni, hevur gjørt stór framstig í ár, har hann hevur verið stinnur á næstbesta mansliðnum og U21-liðnum. Hetta gjørdi sítt til, at Dánjal í 27. og síðsta leikumfari spældi sín fyrsta dyst frá byrjan í Betrideildini.


Føroyar eru í bólki við Kroatia, Ísrael og Finnland. Dystirnir verða spældir ávikavist 16., 19. og 22. november.


Føroyska ferðalagið fer av landinum 14. november og kemur aftur 23. november.

Hart arbeiði og góður hugburður lønar seg. AB ynskir Dánjali Danielsen til lukku við úttøkuni og allar bestu eydnu í EM-undankappingini

Recent Posts

See All
Eykaaðalfundur

Hervið verður boðað til eykaaðalfundur hjá Argja Bóltfelag mikudagin 10. desember 2025 kl. 19.00 í AB húsinum. . Eittans mál á skránni: Val av grannskoðara. Vinarligast Nevndin

 
 
 

Comments


bottom of page