Brian Jacobsen spælir við AB í 2023. Partarnir eru komnir ásamt um sáttmála, sum er galdandi fyri hetta kappingarárið.
Tað grør um gangandi fót við sáttmálaundirskriftum inni í Vika í hesum døgum. Í gjár skrivaði AB sáttmála við íslendska miðverjan/miðvallaran Viktor Benediktsson, og í kvøld kunnu vit kunngera ein nýggjan føroyskan áleypara, sum veit, hvar málið stendur.
Brian Jacobsen er kent navn í føroyskum fótbólti. Stóri og sterki framherjin, ið er blivin 31 ára gamal, er uppvaksin á Skála, men hevur síðani 2019 spælt við B36. Brian hevur spælt 152 dystir í Betrideildini, har hann hevur skorað 45 mál, so talan er um ein leikara við nógvum royndum úr bestu mansdeildini.
Nú verður tað so á Argjum og í ljósabláu AB-blusuni, at Brian skal finna málið.
Vælkomin út á Argir, Brian!
コメント