top of page
  • Writer's pictureArgja Bóltfelag

SKULU ROYNA AT KLÓRA VÍKINGARNAR

⚽️: Betrideildin: Víkingur 🆚 AB


⏰: Fríggjadagin 1. september kl 18:00


🏟: Í Sarpugerði í Norðagøtu


Í eitt gott korter stóðu vit við øllum trimum stigunum í heimadystinum ímóti HB, men síðsta hálva tíman rapaði korthúsið fyri okkara viðkomandi, og at enda stóðu vit við ongum í dystinum, sum endaði 4-2 til havnamenninar.


Nógv jaligt var tó at síggja í avrikinum hjá okkara monnum. Allir kempaðu væl, og vit megnaðu so væl og virðiliga at skapa málmøguleikar ímóti einum av toppliðunum og kundu eins væl, um marginalarnir fóru okkara veg, farið avstað við einum ella trimum stigum.


Soleiðis skuldi tó ikki verða, men avrikið í síðstu viku eigur at geva okkum øllum blóð á tonna og eina turkatrúgv uppá, at tað letur seg væl gera hjá okkum at fáa stig ímóti øllum liðum í deildini. Hetta áræðið fáa vit tørv á í morgin, tá leiðin gongur til Gøtu at spæla ímóti Víkingi.


Víkingur er í løtuni á einum tryggum 4. plássi. Væl hevur gingist í hond hjá gøtumonnum og leirvíkingum seinastu tíðina, tí allir fýra dystir eftir summarsteðgin eru vunnir, og farna sunnudag hølvaði Víkingur grannarnar úr ÍF av við at vinna heili 7-1 í Fuglafirði.


Sostatt er onki at siga til, at so at siga allir tipparar vænta ein heimasigur í morgin. Heimamenninir eru í flúgvandi formi, og harvið fer tað at taka øll á bóli, um AB fer avstað við nøkrum úr Sarpugerði í morgin. Við okkara støðu á stigatalvuni ber tó heilt einfalt ikki til hjá okkum at siga, at nakar dystur er ókeypis, tí nú eru bert sjey dystir eftir at fáa okkum upp um niðurflytingarstrikuna, sum vit beint nú hava seks stig upp til. Vit mugu skava alt saman í hvørjum einasta umfari, sum vit yvirhøvur kunnu.


Í morgin sita Jákup Pauli Breckmann, Ragnar Skála og Tróndur á Høvdanum uttanfyri orsakað av leikbanni vegna ov nógv gul kort. Sostatt mugu kortini blandast partvíst av nýggjum hjá Símuni og Morten. Men vit vita, at maður kemur í mans stað, og vit eiga svangar menn á bonkinum, ið eru klárir at taka av møguleikanum.


Vit vóna, at tað verða fleiri AB'arar, ið koma við okkum og brúka sítt fríggjakvøld í Gøtu. Okkara menn hava tørv á øllum góðum stuðli.


Vit ynskja okkara monnum allar bestu eydnu í morgin.


KOM SO, AB!!! 🩵♥️

56 views0 comments

Recent Posts

See All

Lutaseðlarnir drignir

Lutaseðlarnir á páskatombola hjá AB skírisdag eru drignir, og hesi eru vinnaranumrini: 1. Perlandi gisting fyri 2 Hotel Brandan - bláur 625 2. Magn 2500kr - ljósareyður 254 3. Effo 1000kr - ljósareyðu

Comments


bottom of page