⚽️: Betrideildin: EB/Streymur 🆚 AB
⏰: Sunnudagin 20. august klokkan 17:00
🏟: í Hólmanum á Eiði
(Mynd: Álvur Haraldsen/in.fo)
Í morgin gongur leiðin til Eiðis at vaska tapið síðsta vikuskifti av okkum
Vónbrotið var stórt inni í Vika farna leygardag, tá sundalagsmenn vunnu 3-1 og fóru avstað við teimum trimum stigunum. Hetta var eitt gylt høvi at hála inn á hini botnliðini, ið vit tíverri misnýttu. Tað nyttar tó ikki at gráta um spilta mjólk, tí nú líta vit frameftir og gleða okkum til dystin í morgin, sum enn einaferð er ímóti júst EB/Streymi – hesaferð á útivølli í Hólmanum á Eiði.
Tveir triðingar eru spældir og nú fer tann síðsti av bakkastokki. Støðan er tann, at vit hava fýra stig upp til niðurflytingarstrikuna, og tí kunnu vit tí ikki siga annað enn, at vit hava níggju finalur eftir at spæla. Ein av kappingarneytunum, sum vit hava seks stig upp til, er EB/Streymur. Sundalagsmenn eru í einari betri støðu enn vit í løtuni, men tað stóð á jøvnum inntil 84. minutt farna leygardag, so munurin ímillum liðini er ikki stórur.
Vit hava spælt tveir dystir ímóti EB/Streymi í ár og tapt báðar. Sum heild hava vit tað ofta torført ímóti sundalagsmonnum, tí tað hevur ikki eydnast okkum at vunnið á teimum síðani 27. og síðsta umfar í 2020. Megna vit tó at lúka persónligu villurnar burtur í morgin, so ber væl til at vinna trý virðismikil stig í botnstríðnum. Vit skulu tó eisini gera okkum greitt, at fyri EB/Streym er hetta ein gyltur møguleiki at leggja enn størri sjógv millum seg og niðurflytingarstrikuna, og tí fara báðir partar ivaleyst at leggja nógv fyri í hesum dystinum.
Sum vit sóu til 50 ára føðingardagin týsdagin, so eiga vit nógv fólk, ið eru góð við felagið. Vit vilja heita á øll hesi og aðrar AB’arar um at koma norður til Eiðis í morgin at stuðla okkara monnum, nú vit aftur eru í einum gróthørðum niðurflytingarstríði.
Vit síggjast á Eiði í morgin.
KOM SO, AB!!! 🩵♥️
Comments