top of page
  • Instagram
  • YouTube
  • Facebook

Horst Wein fótbóltstevna

  • dahl17
  • 3 days ago
  • 1 min read



Vit gleða okkum at bjóða øllum fótbóltsglaðum børnum til Horst Wein fótbóltstevnu á Argjum tann 11. apríl 2026.


Hvat er Horst Wein?


Horst Wein er eitt øðrvísi fótbóltsspæl, har spælt verður uppá fýra mál á einum lítlum vølli. Vøllurin er næstan líka breiður, sum hann er langur. Hetta er ein læruríkur máti hjá børnum at menna síni fótbóltsevnir á ein kreativan og spennandi hátt. Spæligleðin er í hásæti, og børnini fáa góðan møguleika at vísa og menna síni fótbóltskynstur.

Horst Wein fótbóltstevna er ikki ein kapping í so máta. Tað eru ongar medaljur og einki steyp. Bara nógvur fótbóltur og stuttleiki.

Meldið til á leinkjuni:

Aldursbólkarnir eru hesir:

Dreingir:


U7 (2019), U8 (2018), U9 (2017), U10 (2016), U11 (2015).


Hjá U10 og U11 ber til at melda til A og B bólk.

Gentur:


U7 (2019), U8 (2018), U9 (2017), U11 (2015-2016).


Hjá U11 ber til at melda til A og B bólk.

- U7 til U9 spæla 3 móti 3, og tað kunnu vera í mesta lagi 5 leikarar á hvørjum liði.


- U10 til U11 spæla 4 móti 4, og tað kunnu vera í mesta lagi 5 leikarar á hvørjum liði.

Kostnaðurin er 400 kr. fyri liðið.

Síðsta freist at melda til er 8. apríl.

Comments


bottom of page