top of page
sdasda.jpg

SØGAN

Argja Bóltfelag varð stovnað 15. august 1973. Tað var danin Johnny Nyby saman við øðrum ítróttaráhugaðum á Argjum, sum breyt slóð fyri Argja Bóltfelag ella AB.
 

Á vári 1974 fekk AB sína fyrstu nevnd. Í henni sótu: Johnny Nyby, formaður, Fróði Olsen, næstformaður, Sonja á Argjaboða, kassameistari og Kristian Arge, skrivari. Hinir stjórnarlimirnir vóru: Erling Olsen, Sæmundur Mortenen og Jens Hansen.
 

Sama árið luttók felagið í teimum regluligu kappingunum.
 

Vánaligar venjingarumstøður vóru at byrja við - bert ein trongligur skúlagarður. Seinni fekst eitt stykki niðan fyri skúlan at íðka á, sum var 20 x 40 fermetrar til støddar.

Eingin vøllur var á Argjum tá, men við vælvild frá fótbóltsfeløgunum í Havn og Tórshavnar Býráð, kundi AB læna vøllin í Gundadali at venja og leika dyst á, og soleiðis var gjørligt at halda lív í felagnum.

Í 1983 varð fótbóltsvøllur gjørdur á Argjum. Hetta betraði munandi um umstøðurna hjá felagnum.

Í 1985 bleiv AB húsið bygt. Hetta varð gjørt, tí hølistrupuleikar vóru í skúlanum. Ovara hæddin í húsinum varðbleiv gjørt til tvær skúlastovur. AB húsast soleiðis í neðra í húsinum. Eftir at skúlin gavst at nýta hølini í AB-húsinum, húsaðist frítíðarskúlin nøkur ár í ovaru hæddini.

Í 1998 varð graslíki lagt á vøllin, og felagið fekk somu umstøður sum flest øll feløg í landinum.

Í 2009 var stórt áskoðaraskýli bygt við vøllin. Umstøðurnar hjá áskoðarunum vóru nú munandi betri enn áður, tí sitast kundi á góðum plastsetrum undir taki og í lívd fyri veðrinum.

Í 2010 var 12 ára gamla graslíkið á vøllinum tikið av og nýtt, modernað graslíki varð lagt á vøllin.

Við ársenda 2010 keypti Argja Bólfelag AB-húsið frá Tórshavnar Kommunu.

Á heysti 2011 bleiv økið á niðaru síðu av vøllinum, uttan fyri hegnið, breiðkað. 3 Ljósmastrar blivu settar upp á niðaru síðu, so ljósviðurskiftini á vøllinum blivu munandi betri.

Í juni 2013 varð ein nýmótans elektroniskur stórskíggi settur upp á niðaru síðu á vøllinum. Á stórskíggjanum ber til, umframt at síggja klokkutíðina og málstøðuna, at vísa tekst og livandi myndir, so nú er meira undirhaldandi hjá áskoðarunum at vera til fótbóltsdyst á Argjum.

Í 2013 og 2014 hevði stadionøkið heitið "Blue Water Arena"

Í 2015 fekk stadionøkið heitið "Skansi Arena".

Í 2015 var undirhæddin í áskoðaraskýlinum liðugt innrættað við 4 skiftirúmum, skrivstovu, dómararúm, fysiterapirúm, venjingarrúm, felagshøli/køkur, vaskirúm, wc v.m. Umstøðurnar blivu nú munandi betur í mun til trongligu umstøðurnar sum higartil hava verið í AB-húsinum.

bottom of page