top of page
  • Instagram
  • YouTube
  • Facebook

2026-03-06

AB vs B68
Leygardagin kl. 16:45 á Argjum

AFTUR Í FÍNA SELSKAPINUM

Nú er dagurin komin, sum vit hava glett okkum til í langa tíð. Dagurin, har AB aftur spælir í bestu deildini, Meistaradeildini. Tað serliga við okkara fyrsta dysti í ár er, at hetta eisini verður fyrsti dystur yvirhøvur í Meistaradeildini 2026. Tískil fylgir allur føroyski fjepparaskarðin við á Argjum í dag, og tað gevur sjálvandi nakað eyka, tá okkara menn trína inn á vøllin og taka ímóti B68.

Seinast AB var í bestu deildini var í 2023, tá tað endaði við einari niðurflyting. Sum so mangan áður máttu vit byggja upp av nýggjum eftir niðurflytingina – men ætlanin var greið: Tað skuldu fleiri lokalir spælarar inn á lið, og vit skuldu fáa eitt lið og ein hóp við nógv meira støðufesti enn í árunum frammanundan.

Øssur Hansen varð settur sum venjari. Ungir leikarar fingu nú meira álit, men úrslitini haltaðu í 2024. Hóast tað bert vóru fimm stig upp til beinleiðis uppflyting, so endaði AB nummar 6, ið ikki var heilt nøktandi. Tó vóru glottar at hóma, og stóra avbjóðingin til kappingarárið 2025 var at fáa teir mongu tøttu dystirnar at koppa okkara veg.

Á vetri 2024 tók AB føroyska fótbóltsheimin á bóli við at fáa okkara Bjarka C. Nielsen heim aftur úr útlegd eftir at hava verið í B36 í nøkur ár. Við honum sum liðskipara og einum enn meira samanspældum liði fingu Øssur og hinir úrslitini í 2025, sum ikki vóru har í 2024. AB vann sær sannførandi uppflyting við at vinna 69 av 81 møguligum stigum í 1. deild, og í steypakappingini skaraði AB eisini framúr við at vinna ímóti tveimum liðum úr bestu deildini, FC Suðuroy og EB/Streymi, áðrenn KÍ gjørdist ov stórur gloypibiti í hálvfinaluni.

Úrslitini í fjør vístu, at AB var ov gott til 1. deild, men vit eru fullgreið um, at kappingarárið í ár ikki verður sami dansur á rósum sum í 2025. Nú skulu vit stríðast um stigini í bestu deildini, og her koma vit á ongan hátt til skorin klæðir.

Tað er upp til okkum at prógva, at vit eisini eiga eitt pláss í deildini í 2027. Tó hava vit allar orsøkir at vera bjartskygd um, at tað ber til. Og ein sigur í dag kundi verið ein kærkomin fyrsta ábending um, at AB er komið í Meistaradeildini fyri at vera.

Fótbóltsáhugin í Føroyum er stórur, og sum vant hava fleiri tippað endastøðuna í Meistaradeildini. Við hesum metingum í huga er AB nokk absolutti favoritturin í deildini at flyta niður. Hetta kemur nokk ikki óvart á, tí tað er mest sum altíð luturin hjá einum uppflytara at verða dømdur til niðurflyting. Vit skulu tó nýta hetta sum áræði og motivatión um, at hesar metingar eru skeivar.

Vit hava ein sterkan hóp, har fleiri menn hava royndir úr bestu deildini. Fýra útlendskir spælarar eru í hópinum, og teir styrkja allir okkara lið. Afturat hesum hava vit okkara ungu, lokalu og svangu leikarar, so er hetta ein góð samanseting, ið gevur allar møguleikar fyri at røkka góðum úrslitum í ár.

Nýggir spælarar í hópinum eru Ragnar Skála, Jimmy Abdul og Páll Eirik Djurhuus. Argjafrensurin Ragnar er komin aftur eftir at hava verið í útlegd síðutu tvey árini, meðan verjuspælarin Jimmy, ið kanska hevur verið besti leikarin hjá FC Suðuroy síðstu árini, styrkir um aftastu ketuna. Páll Eirik er ein ungur og svangur spælari úr Víkingi, ið kann røkja fleiri pláss.

Í fjør var tað stuttligt at síggja, hvussu væl vit øll stóðu saman um AB. Nógv fólk møttu til dyst, og stuðulin úr skýlinum var áhaldandi mælskur og góður. Hesum verður eisini tørvur á í ríkiligt mát í ár, tí tað verður ein onnur mótstøða, sum stundum fer at gera tað tungt og strævið hjá okkum. Enn sum áður, so stuðla vit í viðgongd og í mótgongd.

Hesin fyrsti dysturin er eisini ein serligur dystur fyri Øssur Hansen. Fryntligi toftamaðurin fer undir sítt triðja kappingarár sum høvuðsvenjari hjá AB. Fyrsti dysturin í bestu deildini, har hann stendur á odda fyri argjamonnum, verður ímóti bygdamonnum og barnsdómsfelagi hansara av Toftum, B68.

B68 hevur havt eitt støðufesti í fremstu deildini síðstu árini, ið vit væl kundu hugsað okkum. Tað byrjaði alt við upp- og niðurflytingardystinum í 2020, tá B68 við Øssuri sum venjara stjól plássið í táverandi Betrideildini frá AB. Síðani tá hevur B68 havt fastan sess í Meistaradeildini.

Tó er B68 eitt av liðunum, ið vit rokna við at kappast ímóti í ár. Tí skal ein heimadystur ímóti kappingarneytunum helst kasta stig av sær, gjarna trý. Men ongin ivi er um, at vit rokna við einum tøttum og jøvnum dysti, har vit mugu berjast fyri stigunum.

Øssur gavst sum venjari hjá B68 í mai 2022. Hansara fyribils síðsti dystur sum høvuðsvenjari hjá B68 var á Argjum í dysti, sum AB vann 4-1. Vit hava onki ímóti einari endurtøku á vøllinum í dag, nú við Øssuri sum okkara venjara.

Hendan dystin í 2022 dømdi Dagfinn Forná, og tað verður aftur rituvíkingurin, ið skal leiða fyrsta umfar á Skansi Arena í 2026.

Vit ynskja okkara monnum allar bestu eydnu í dag!

Dagsins dystarstuðul:
Á Argir

Dagsins dystarstuðul er Á Argir, sum er ein nýggjur handil á Argjum. Hetta hava argjafólk glett seg til í longri tíð, og tí gleðast vit í Argja Bóltfelag um, at enn eitt gott tilboð er komið í bygdina.

Tá trivnaðurin á Argjum veksur, gagnar tað allari bygdini - eisini felagnum. Vit takk Á Argir hjartaliga fyri stuðulin til dystin í dag.

a-argir.png
bottom of page